Politiið noyddist í gjárkvøldið eftir eini kvinnu, sum í fyllskapi gjørdi um seg á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum Seint gjárkvøldið varð ein kvinna flutt á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum, tí hon hevði fingið onkran snudd.
Løtu seinni ringdu tey av skaðastovuni til politiið. Kvinnan var full og so ill i sær, at hon var til ampa fyri onnur á sjúkrahúsinum.
Politiið fór eftir kvinnuni, sum lá fyri náttina í einum kliva í brummuni.