Full høll

Bæði á Strondum og í Vestmanna er spenningurin stórur undan finaluni í dag, og teir báðir Áki G. Olsen hjá VÍF og Alexandur Johansen hjá StÍF vænta eina full høll av spentum áskoðarum.

Júst VÍF og StÍF eru tvey av best stuðlaðu liðunum í hondbóltskappingini hjá monnum. Hesi bæði lið hava altíð eina rúgvu av sínum trúfastu áskoðarum við sær, tá ið tey ferðast kring landið til dystir. Í dag fara hesir áskoðarar uttan iva at seta sín dám á karmarnar til steypafinaluna.

Skipað fyri bussferð
Alexandur Johansen hjá StÍF sigur, at á Strondum eru tey øgiliga spent til finaluna, og at felagið hevur skipað fyri bussferðum til Havnar til dystin, og hann ivast ikki í, at strandingar koma manssterkir til høvuðsstaðin.
- Áskoðararnir eru trúfastir hjá okkum í landskappingini, og nú vit spæla steypafinalu, verða teir óivað væl fleiri enn vanligt, og tá eru teir nógvir, sigur Alexandur.
Eisini í Vestmanna er nógv hondbóltsprát í hesum døgum. - Vestmenningar eru spentir til dystin, og tað er einki at ivast í, at tað verður tómligt í Vestmanna, tá ið finalan verður spæld, tí tað fer maður av húsi til Havnar, sigur Áki G. Olsen. Sum nevnt aðrastaðnis á síðuni, so eru vestmenningar sera svangir eftir einum steypasigri, og trúgva áskoðarafjøldin hjá VÍF ætlar sær at gera sítt til, at vestmenningar fáa steypið við norður aftur til Vestmanna.