- Jólini eru ein betent tið hjá fólki, sum ikki hava tað gott, og børn í brennivínsheimum hava tað ringt á jólum. Tað upplivdi eg sum barn, og tað gav eg sjálvur víðari sum virkin drykkjumaður seinni.
Tað sigur Jústinus Leivsson Eidesgaard.
- Tí, eru mínir tankar nógv hjá hesum heimum um høgtíðina, og eg royni at hava tey við í hjartanum. Tað er ikki bara tann fulli pápin, sum leypir ótta á børn. Tað er minst líka nógv tann hysteriska mamman, sum gongur berserkagongd, tá tann drukni pápin er sovnaður niður í sósina. Eg eri so forargaður ella indigneraður yvir henda trupulleika - at foreldur ikki klára at hyggja út um sín egna nalva, at eg onkuntið hugsi, at foreldur, sum ikki megna at geva børnum sínum eini trygg jól, áttu at verið fongslaði, meðan høgtíðin er - fyri at børnini kundu fingið frið. "Privatlivets fred" er ikki altíð til verju fyri tey minstu.
Eru jólini broytt?
- Ja, jólini eru nógv broytt, ella eg eri broyttur, men sjálvur spenningurin í samband við høgtíðina er tann sami. Eg haldi, at sjálvt endamálið við jólunum er ikki so ektað longur. Hetta er ein hátíð, har vit eiga at steðga á og njóta friðin, men jólini eru nógv meira vorðin ein handilslig hátíð, har foreldur royna at yvirganga hvønn annan í dýrum gávum, sum tey í mongum førum slett ikki hava ráð til. Eitt barn kann mennast og trivast, um tað ikki hevur eina iPhone í lummanum. Eg haldi, at tað verður ongantíð sagt ov hart, at foreldur eru góð nokk, um tey ikki skulu brúka tann fyrsta ársfjórðingin í nýggja árinum fyri at fóta sær aftur fíggjarliga eftir oyslið á jólum. Og oysl eru jólini vorðin til í ólukkumát. Tað hevur so púra einki við andaliga partin av høgtíðini at gera. Eg ivist ikki í, at føðingardagsbarnið bæði skammast og rodnar, tá hann nú sær, hvat hansara føðingardagur er vorðin til - ein vitleys verðslig keypshøgtíð. Og í øllum hesum mammonsleiki steinsova bæði samkomur og kirkjan, sigur Jústinus Leivsson Eidesgaard.










