Full ferð á Róaldi og B36

Í dag vann B36 2-1 á Argjum, og harvið hevur árstalsfelagið fulla úrtøku eftir tvey umfør

 

Tað er full ferð á hjá B36. Nú eru teir hvítu á veg av Argjum og í Gundadal við fullari úrtøku. Úrslitið á Argjum var 2-1 til B36, og stóri maðurin á árstalsfelagnum var miðvallarin Róaldur Jakobsen, sum skoraði bæði málini.

 

Miðskeiðis í 1. hálvleiki setti Róaldur hol á við rimmar fluktara úr 25 metrum, eftir horna og at bólturin varð sendur út frá AB málinum. Sigursmálið skoraði hann tíggju minuttir undan leikloki, tá ið hann sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum og síðani hegnisliga setti bóltin framvið Hans Jørgensen í AB málinum.

 

Jobin Drangastein javnaði fyri AB lítla løtu undan steðginum, eftir at Beinir Ellefsen hevði lagt innfyri úr vinstru og Hørður Mohr hevði stútað upp á tvørs.

 

B36 hevði fríska lotið undan í 2. hálvleiki. Eina løtu gekk javnt á, men sum tíðin leið, so var B36 omaná. Størta partin av fyrra hálvleiki var tað eisini B36, sum var omaná. Royndu menninir vunnu flestu nærdystirnar, og tað hevði stóran týdning.  

 

 ----

LIÐUGT

1-2

Sorin Anghel er fluttur fram í AB álopið.

Lukasz Cieslewich liggur skaddur á vøllinum.

5 minuttir lagdir aftrat.

Lukasz Cieslewicz hevur sæð gult fyri at brúka munn.

Nú er grovur ælingur á Argjum.

 

90) 1-2

B36 hevur hampuligt tak á spælinum undan vindinum, og teir hvítu eru frammarlaga á vøllinum. Hjá AB er tað torført at spæla seg til møguleikar ímóti vindinum.

Besta møguleikan hevur Róaldur Jakobsen havt, men við frísparki úr vinstru sendi tvímálaskjúttin bóltin upp um manngarðin og dygst við síðuna av málinum.

Jákup á Borg er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Tóki á Lofti.

 

80) 1-2

B36 liðformaðurin Jákup á Borg hevur sæð gult.

Jobin Drangastein er farin av vøllinum, og Mikkjal T. Hentze er komin á vøllin.

 

75) 1-2: Róaldur Jakobsen 75.

Eftir fríspling frá Adeshina Lawal, sneiðir Róaldur Jakobsen framvið Sorin Anghel, áðrenn hann fyri aðru ferð í dag skorar.

AB sá út til at vera illa skipað eftir útskiftingar.

Eli Falkvard Nielsen er komin inn á B36 mðvølin, og Rasmus Dan Sørensen er farin av vøllinum.

Lukasz Cieslewicz er farin í vinstru.

Jógvan Isaksen er komin inn á høgra vongverja hjá AB fyri Jónas Stenberg.

 

73) 1-1

AB tætt við eftir frísparksinnlegg, men royndin hjá Jóan Símun Edmundsson blokerað.

 

70) 1-1

AB hevur betri tak á spælinum, og nú er tað B36, sum roynir seg við longum sendingum.

Benjamin Heinesen er komin á vøllin í staðin fyri Alex Mellemgaard hjá B36.

Fleiri spælarar kennast vera troyttir og onkrir halta ikki frítt.

Benjamin Heinesen hevur longu sæð gult!

 

65) 1-1

AB hevur havt stóran møguleika. Eftir at Cristian í Garði sneiddi seg leysan í høgru og legði innfyri, so smekkaði Jógvan Skeel Nolsøe til, men Høgni Eysturoy blokeraði.

AB hevur takið á spælinum nú, og ferðin er góð.

 

60) 1-1

Talan hevur ikki verið um málmøguleikar fyrsta korterið eftir steðgin. Fleiri spælarar hava ligið skaddir á vøllinum.

 

55) 1-1

AB spælið er strongt ímóti vindinum, og tað er framvegis Lukasz Cieslewicz, sum er mest eyðsýndur.

Kári Nielsen verður skiftur inn á AB miðvøllin í staðin fyri Hørður Mohr.

 

46) 1-1

Teir eru farnir undir 2. hálvleik á Argjum, og nú hevur B36 fríska lotið undan.

 

--------

Tað er hálvleikur á Argjum, har støðan er 1-1.

 

Eftir at B36 leingi hevði verið omaná og var frammanfyri 1-0, eru tað heimamenninir í AB, sum ivaleyst eru í betri lagi, nú liðini eru farin at hvíla seg og leggja ætlanir fyri 2. umfar.

 

AB menti seg síðstu fimm minuttirnar undan hvíldini, og eftir flott álop var tað miðvallarin Jobin Drangastein, sum lítla løtu undan steðginum javnaði til 1-1.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

 

45) 1-1: Jobin Drangastein 44.

Lítla løtu undan steðginum hevur Jobin Drangastein úr málteiginum sparkað bóltin í málið. Eftir innlegg úr vinstru frá Beinir Ellefsen var tað Hørður Mohr, sum við høvdinum styrdi bóltin til Jobin Drangastein, sum smekkaði bóltin í málið.

2 minuttir lagdir aftrat.

Cristian í Garði hjá AB sær gult.

 

40) 0-1

AB spælararnir tykjast vera strongdir. Teir missa ofta í uppspælinum, og á miðvøllinum eru B36 spælararnir oftast undir í nærdystunum.

 

 

35) 0-1: Róaldur Jakobsen 32.

Eftir horna og út frá hevur Róaldur Jakobsen við framúr heilfluktara lagt B36 framum. Úr 25 metrum heilfluktaði miðvallarin bóltin, sum streyk lítið yvir vøllinum og í málið.  

 

30) 0-0

Jógvan Skeel Nolsøe hjá AB hevur sæð gult kort fyri fríspark.

B36 hevur havt fleiri vandamiklar deyðbóltsstøður.

 

25) 0-0

Sorin Anghel er komin á føtur aftur. Jógvan Skeel Nolsøe og Cristian í Garði hava skift síðu.

 

20) 0-0

AB leggur stóran dent á at fáa neyvar sendingar fram til sera skjóta Cristian í Garði í vinstru. Higartil hevur tað ikki eydnast at fáa góðan møguleika burturúr.

Bárður Olsen hevur úr góðari støðu roynt seg við frísparki, me Tórður Thomsen bjargaði í tveimum førum.

Sorin Anghel liggur eftir samanbrest við B36 málverjan. 

 

15) 0-0

Lukasz Cieslewicz er lyklaspælari í álopsspælinum hjá B36, og tað ber stórar trupulleikar fyri AB við sær.

AB hevur havt horna úr vinstru, men tað spurdist einki burturúr.

10) 0-0

AB spælararnir kennast at vera fjálturstungnir, og higartil hava gestirnir verið greitt omaná.

 

8)0-0

B36 hevur friska lotið ímóti, men gestirnir eru meiri ágangandi. Róaldur Jakobsen hevur roynt seg við góðum skoti.

 

 

5) 0-0

Eftir horna hevur B36 havt risa møguleika, men Hørður Askham fekk ikki pannuna á bóltin.

Sorin Anghel hjá AB hevur sæð gult.

 

AB-B36 klokkan 13.00

Dómari: Petur Reinert

AB: Hans Jørgensen – Jónas Stenberg, Sorin Anghel, Sørin Samuelsen, Beinir Ellefsen – Jobin Drangastein, Bárður Olsen, Hørður Mohr,  – Jógvan Skeel Nolsøe, Jóan Símun Edmundsson, Cristian í Garði

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Klæmint Matras, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Símun Joensen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Rasmus Dan Sørensen – Adeshina Lawal

Tað er betri veður í dag. Sólin skýnur av heiðum himni, og tað er turt og eitt frískt lot, sum heimaliðið hevur undan í 1. hálvleiki.

Líkindini kunnu ikki sammetast við tey, sum vóru í gjárkvøldið, tá ið Petur Reinert, dómarin, gjørdi av, at tað ikki vóru líkindi at spæla á Argjum.