Tað nærkast jólum og sum vanligt so arbeiðir Løgtingið til seint út á kvøldið hesar seinastu dagarnar undan jjólum.
Eftir drúgvan steðg er ferð komin á aftur arbeiðið. Nú verða fimm 3. viðgerðir avgreiddar.
Tað gongur rættuliga skjótt, men í summum málum verður roynt at skapa orðaskifti.
Fýra 2.viðgerðir eru eftir og helst fáa tey málini eisini 3. viðgerð á einum seinni fundi í nátt.