Full ferð á KÍ kvinnunum

HB kvinnurnar eru á veg úr Klaksvík og av SF við 2-0 tapi

Í kvøld var KÍ fyri 14. ferð í hesum kappingarárinum á vøllinum í landskappingardysti, og fyri 14. ferð fóru KÍ kvinnurnar av vøllinum við fullari úrtøku. HB var gestur í góða summarveðrinum, og gestirnir rigga til at fara suður aftur í høvuðsstaðin við 2-0 tapi.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur. Hóast heimaliðið var meiri á bóltinum, so var munurin ikki so stórur á liðunum. Alt ov ofta var talan um ov lítið neyvar sendingar, og tað bar aftur við sær, at tað ikki var so ofta, at talan var um samanhangandi og flótandi fótbóltsspæl.

 

Ein tími var farin, tá ið Tóra Mohr legði KÍ á odda, og tá ið tað restaði eitt stórt korter, var tað Eyðvør Klakstein, sum úr stuttari fjarstøðu økti um munin til 2-0. Innleggið úr vinstru átti Rannvá B. Andreasen, sum lítla løtu frammanundan varð skift inn á KÍ liðið.

 

NSÍ vann í kvøld stórsigur á útivølli ímóti EBS/Skála. Úrslitið í góðum líkindum við Margáir var 10-0 til NSÍ, sum eftir 1. Hálvleik var frammanfyri 3-0. Heidi Sevdal og Sara Samson Lamhauge skoraðu trý mál í part, Lena Olsen skoraði tvey mál, og Mirjam Huneck og Sigrid A. Jacobsen, sum fyri stuttum er komin aftur á NSÍ liðið, skoraðu eitt mál í part.

 

KÍ hevur fulla útøku – 42 stig – og NSÍ er næstfremst við 29 stigum. HB er á triðja plássi við 25 stigum.

 

Hinir báðir dystirnir í hesum umfarinum eru 07 Vestur – Víkingur, sum spæla leygardagin klokkan 13, og TB/FCS/Royn – B36 sum spæla sunnudagin klokkan 14.30.