Føroyska samfelagsskútan siglir skjótari enn nakrantíð, um ein nýtir tølini hjá SEV sum barometur. Ikki eingang í góðu áttatiárunum var ferðin so nógv, sum nú, tí orkuframleiðslan hjá SEV setir met. Ongantíð áður hevur hon verið so langt uppi og tað gongur skjótt uppeftir.
Tað mesta nakrantíð
Bjarki Hermansen hjá SEV sigur, at higartil í ár eru framleiddir 147,7 milliónir kilowatt tímar. Í fjør var talið sama tíðarskeið 137,5 milliónir kilowatt tímar, so vøksturin er ikki at fara skeivur av.
Taka vit tað, ið SEV nevnir ein leypandi 12 mánaða framleiðsla, so eru tølini síðstu árini 209 milliónir Kwt og 223 milliónir Kwt, ein vøkstur uppá eini 6%. Nevnast kann, at 77 milliónir Kwt av hesum eru framleiddir við vatni.
- Hetta er so avgjørt tað mesta, ið nakrantíð er framleitt, sigur Bjarki Hermansen.
Í góðu áttatiárunum náddi vit toppin í 1988-89 og tá var talið 215 milliónir Kwt.
Tekin um ferð
Vøksturin er so at siga allastaðni í Føroyum. Umframt í meginøkinum, so er t.d. eisini vøkstur í Suðuroynni, men størsti vøksturin er í Norðoyggjum. Hví mesti vøksturin er har, er ilt at siga, men har tykist í hvussu er nógv virksemi at fara fram.
Mett verður, at vøksturin er býttur millum privatnýtslu og framleiðslu, men vanliga hevur verið sagt, at eini 40% av nýtsluni er privatnýtsla.
Bjarki svarar játtandi, tá spurt verður, um hesi tølini eru tekin um, at tað gongur skjótt í samfelagnum í dag.
- Nýtslutalvan vísti topp í 88-89 og náddi botn í 95, tá kreppan hevði herjað. Tá var talið av Kwt 175 milliónir. Vøkstur er so aftur í 1996 og vøksturin hevur verið positivur síðani tá, sigur Bjarki Hermansen.
Gott barometur
Hann metir, at tølini hjá SEV eru gott barometur og at tey sera væl spegla samfelagsgongdina.
Bjarki Hermansen hevur nevniliga av egnum áhuga roynt at gera samanberingar. Hann hevur t.d. borið saman tølini hjá SEV og tøl í Hagtíðindum um t.d. inntøkur í kommunuskatti. Tað vísir seg, at talvurnar fylgjast neyvt.
- Tað er eisini sjálvsagt, tí samband er sjálvandi millum orkuframleiðslu og arbeiði og inntøku, sigur Bjarki Hermansen og nevnir, at tá eitt av stóru verkføllunum var fyri nøkrum árum síðani, so sæst hetta klárt á bæði orkutølunum og kommunuskattatølunum.
Men greitt tykist sambært hesum, at samfelagsskútan hevur nátt sína higartil hægstu ferð, enntá hægri ferð, enn tá hon seinast kollsigldi.