Full ferð á Neistakvinnum

Neistin-StÍF 36-22 (13-10)

Neistakvinnurnar vunnu ein trivaligan sigur, tá tær í dag tóku ímóti StÍF.

Fyrstu løtuna sat Neistin eisini á øllum, men sum fyrri hálvleikur leið, komu gestirnir nógv betur við.

Hetta broyttist tó eftir steðgin. Neistin legði alt fyri eitt sjógv millum seg og StÍF, og so varð av álvara lagt upp til stórsigur. Nakað sum eisini varð staðfest seinasta korterið av dystinum.

Og málini vóru væl býtt millum ymsu spælararnar hjá Neistanum, har Trine Mayland, Tordis Tróndarson og Elin Staksund allar skutu 5 mál. Fyri StÍF skoraði Louisa Andreasen 6 mál.