Kvinnuflogbóltur
Flogbóltsfepurin er av álvara um at raka Klaksvíkina. At Mjølnir ikki eigur umboð í finaludystunum, nú steypakappingin um stutta tíð skal avgerast, mundu mong taka sum tekin um, at onnur feløg hava yvirhálað sigursvandu klaksvíkingarnar, men enn hava hvørki kvinnur ella menn givið skarvin yvir.
Klassamnur
Við sigrinum á TB herfyri syrgdu kvinnurnar hjá Mjølni fyri, at dysturin um FM fyrst og fremst skuldi standa millum tær og ÍF, og leygardagin var so oddadystur á skránni, tá ÍF kom á vitjan.
Og skal metast eftir hesum, so er eingin ivi um, at Mjølnir nú er stórfavorittur at vinna FM. Snøgt sagt, so vundu tær burtur úr ÍF, og tað var sjáldan sjónligt, at talan her skuldi verið tvey javnt sterk lið, sum stríðast um FM. Móttøkurnar hjá Mjølni, sum hava koyrt væl seinastu dystirnar, riggaðu aftur hesa ferð til fulnar, soleiðis at tær alla tíðina høvdu ÍF undir stórum trýsti, og tá eingi mótvápn vóru at hóma, gav ÍF so spakuliga skarvin yvir.
Einki avgjørt
Sum vera man, so var hýrurin í Klaksvík góður eftir greiða sigurin, men hóast tapið, so tóktust tær í ÍF als ikki at hava mist alla vón.
- Enn er so einki avgjørt. Hatta var bara ein av hasum døgunum, tá einki gongst eftir vild, og móti einum liði sum Mjølnir verður liðið revsað alt fyri eitt, um ikki alt riggar, heldur Annika Rasmussen hjá ÍF.
Soleiðis er líkt til, at ÍF í løtuni er um at raka okkurt slag av niðurtúri, nú bert tvær vikur eru eftir til steypafinaluna, men somikið svartskygd tykist Annika tó ikki at vera.
- Nú fáa vit at síggja. Komandi vikuskifti hava vit Fleyr á heimavølli, og tað skuldi helst givið nøkur stig. Síðani kemur steypafinalan, og í landskappingini eiga vit enn heimadyst móti Mjølni tilgóðar, so har er einki avgjørt. Vit hava framvegis møguleikan at enda ovast, men so hava vit ikki ráð at missa nógv afturat. Hvør tann einasti dystur telur, og vit verða snøgt sagt noyddar at geva okkum fult út hvørja ferð, og so síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Annika at enda.










