Full ferð móti FM

Tjaldur megnaði als ikki at hótta VB, sum framvegis heldur beina kós móti FM-heitinum

Kvinnuhondbóltur

VB er ovasta liðið í bestu kvinnudeildini, meðan Tjaldur er niðast. Veruleikin varð so dyggiliga stafðestur leygardagin, tá liðini avgreiddu útsetta dystin sínamillum.
Frá fyrsta bríksli kom munurin millum liðini til sjóndar, tá VB við fullari ferð royndi at renna Tjaldur um koll. Við útgangsstøði í sterkastu verjuni í landinum og so tveimum av bestu málskjúttunum staðfesti VB enn einaferð, at tær eru mest sum flúgvandi í løtuni.
Og Tjaldur kundi ikki gera annað enn at hyggja at, so hvørt sum munnurin øktist. VB sýndi ongan tíð tekin um at taka sær heilt av løttum, og tó at gestirnir sluppu betri upp í part í seinna hálvleiki, so styttist ongan tíð ímillum partarnar.

Kós móti gullinum
Við stórsigrinum staðfestu VB-kvinnurnar enn einaferð, at tær nú hava kósina beint ímóti gullmerkjunum. Og sum liðið riggar í løtuni er ilt at síggja, hvør skal kunna gera nakað við hetta. Einasta møguliga forðingin tykist í løtuni vera útidystirnir ímóti Stjørnuni og VÍF, sum báðir skulu tapast, um VÍF skal kunna taka oddaliðið, men í løtuni tykist hetta mest vera ynskisdreymur hjá vestmenningunum.
VB hevur í øllum førum enn ikki sýnt veikleikatekin. Heldur er tað tvørturímóti so, at verjan gerst sterkari fyri hvønn dystin, sum gongur, og so er lag á manni at seta eyðkenda kontraspælið ígongd.
Tjaldur hevur hinvegin annað at hugsa um. Liðið er á aftasta sessinum í deildini, og fyri hvørt tapið minkar vónin um at halda sætið í deildini.Enn er vónin kanska ikki heilt slept, men tað er í øllum førum neyðugt, at stig verða fingin til høldar, um nakar sum helst spenningur skal koma í botnstríðið.

Dysturin í tølum
VB-Tjaldu r32-17 (15-6)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 9(4), Reda Kurkauskiene 6(1), Gurið Mortensen 5(1), Rannvá Augustinussen 3, Laila Jespersen 3, Arnelyg Hjelm 2, 2, Daiva Ylaite 1, Eyðbritt Krosslá 1, Eyðdis Kjærbo 1, Guðrun Midjord 1
Tjaldur: Lenka Ribaric 10(3), Milica Ergic 3, Ann Mari Østerø 1, Oddvá Fossdalsá 1, Heidi Heinesen 1, Mona Langgaard 1
Brotskøst: VB 7, Tjaldur 3
ÚTvísignar: Tjaldur 5
Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dimon.