Lemmar til trol og aðra sjóvinnu verða framleiddir í Vági. Injektor Door hevur við sínum nýskapandi og orkusparandi vøru veruliga fingið fótin fastan á marknaðinum og kring knøttin fara trollemmarnir hjá Injektor Door og verða væl fagnaðir. Keyparar boða frá góðum fiskiskapi og lækkandi orkuútreiðalum.
Ferð á
Arbeiði er til nógvar hendur á virkinum hjá Injektor Door, har full ferð er á framleiðsluni. Fyri ikki so langari tíð síðani flutti fyritøkan í egna framleiðsluhøll.
Høllin er eini 700 fermetrar. Men longu nú hava menninir handan Injektor Door ásannað, at høllin er nakað lítil. Teir hava tí ætlanir á tekniborðinum um eina høll afturat. Talan er um eina høll, ið skal standa við síðuna av hinari høllini. Nýggja høllin verður ætlandi einar 350 fermetrar og skal m.a. hýsa kantinu og skrivstovum.
Sum skilst, eru nogv jørn í eldinum og framtíðarætlanirnar eru nógvar. Fyritøkan í Vági útflytir stóran part av framleiðsluni og hevur eisini egið sølulið í Danmark.
Stórt
Injektor Door er stórt virkið. Men eisini sjálv framleidda vøran er stór. Nakrir av nýggju trollemmunum eru so stórir, at trupult er við hølisviðurskiftunum. Tá vøran kann vera meira enn 5 metrar høg og meira enn 4 metrar breið, so skulu t.d. breiðar hurðar til, fyri at fáa lidnu vøruna úr høllini. Hesir trollemmarnir eru eisini sera tungir, men hjá Injektor Door framleiddir soleiðis, at teir eru lættari enn vanligt. Fyrr vigaðu hesir 8 tons, men frá Injektor Door viga teir 6,3 tons, so teir eru sera lættir og harvið eisini orkusparandi.
Arbeiðsfólkini hjá Injektor Door arbeiða í tveimum vaktum, so ferð er á stóran part av døgninum og stóran part av vikudøgunum.
Síðsta mánað eydnaðist at framleiða heili 17 sett av trollemmum og hetta eru menninir handan virkið væl nøgdir við, men eftirspurningurin er so stórur, at framleiðslan støðugt er ein roynd at framleiða so nógv, sum gjørligt.
23 fólk arbeiða hjá Injektor Door.










