Í gjár landaðu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, í Havn, og í morgun vórðu bæði skipini tikin upp á bedingina hjá Mest í høvuðsstaðnum. Hetta er løtan, tá ein lítil steðgur er í hjá heimaflotanum.
Jaspis og Ametyst skulu vaskast í botninum, botnmálast og skifta sink. Talan er um vanligt viðlíkahald, og eftir ætlan verða skipini flotaði aftur millum jóla og nýggjárs.
Men, tað eru ikki bara Jaspis og Ametyst, sum standa á bedingini hjá Mest í Havn í løtuni. Her standa eisini skipini, Havbúgvin og Slættaberg, og soleiðis er bedingin eisini full.
Tað er einki til hindurs fyri at mála skip um veturin, og hetta er nakað, sum arbeiðsmenninir hjá Mest gera alt árið. Millum tey fyrstu skipini í komandi ári, verður Gadus hjá JFK.








