Venjarin hjá Fulham, Martin Jol, sigur seg meta Euro League-dystin í móti NSÍ sum eitt slag av venjingardysti. Við bretsku fótbóltsheimasíðuna teamtalk.com sigur hollendski venjarin, at Fulham fer at brúka fyrstu umførini í Euro League sum venjingardystir, men at teir kortini taka uppgávuna í móti NSÍ í fullum álvara og ætla at vera klárir.
- Sjálvandi hevði tað verið óført, um vit komu víðari í kappingini, sigur Martin Jol.
Fulham og NSÍ bresta saman í London 30. juni og á Svangaskarði 7. juli.










