Talan er fyribils bert um sáttmála til kappingarenda. Fyrrverandi Liverpool, Barcelona og Ajax áleyparin fer at endurnýggja sítt vinarlag við venjaran Roy Hodgson, ið var finskur landsliðsvenjari til júst loknu EM-undankapping. Finlendingurin Jari Litmanen er ikki ein ársungi longur, men evnini eru somikið góð, at hann væl kann nýtast í felagnum, veit Fulham venjarin, Roy Hodgson at siga fyri heimasíðuni hjá Fulham í gjárkvøldið, eftir at undirskriftin var avgreidd.