Tað var ikki bara jarðskjálvtin og flóðaldan, sum vóru orsøk til kjarnorkuvanlukkuna í Fukushima í Japan í mars í fjør. Tað stendur at lesa í niðurstøðuni í einari frágreiðing, sum ein nevnd hjá japanska tjóðartinginum hevur skrivað um vanlukkuna, og sum varð almannakunngjørd í morgun.
Kanningarnevndin skrivar, at myndugleikar, eftirlitsstovnar og orkufelagið, sum átti kjarnorkuverkið, vóru ikki nóg ábyrgdarfull og gjørdu ikki nóg mikið fyri at verja mannalív og samfelagið sum heild, áðrenn vanlukkan hendi.
-Tey, sum varaðu av verkinum, áttu at vita, hvat kundi henda, og hvørjar avleiðingarnar blivu, skrivar tingnevnin millum annað.