Nógv fólk hava trupulleikar av fukti í húsunum ella íbúðini. Fukturin er besta umhvørvi hjá dustmáttum og blámusoppum at liva í. Men tað ber til at koma trupulleikunum til lívs.
Máta luftvætuna
Til at máta luftvætuna í íbúðini ber til at brúka eitt hygrometur. Á vetri skal talið vera 40-45 % og á sumri 60-65 %. Orsøkin til at munur er á sumri og vetri kemst av, at heit luft inniheldur meira vætu enn køld luft.
Tekin uppá trupulleikar við luftvætuni
Nógv tekin eru, tá luftvætan ikki er í lagið. Til dømis um nógv døgg er innanfyri á rútunum. Hýggjuskotin modnaroykur í íbúðini benda eisini á, at ov nógv væta er í luftini, umframt at hýggj á uttaru veggunum og jarðskotnir blettir á klæðunum eru tekin.
Vánalig inniluft
Húsini nú á døgum eru ov 'væl' bjálvaði og eru sostatt 'ov tøtt'. Tey fáa ikki anda. Eisini gevur húsfólki nógva vætu frá sær. Ein familja við fýra fólkum gevur einar 15 litrar av vatni frá sær um samdøgri. Tey sveitta, anda, eru í bað, turka klæði og gera mat.
Tá ið luftvætan er ov høg
Støvmáttur fáa betri gróðrar- og livilíkindi, tá ið luftvætan er ov høg. Blámusoppar trívast betur, og vánalig útlufting ger, at bústaðurin luktar hýggjuskotin.
Hetta er at gera
Reinsið eymhettuna. Eisini filturið skal reinast av og á - lættast í uppvaskimaskinuni. Kolfilturið skal skiftast viðhvørt (les brúkaravegleiðingina).
Smáir elektriskir ventillatorar, sum kunnu sita í vindeygum og í veggjum, skulu dustsúgvast og vaskast av og á. Minnst til at sløkkja fyri streyminum áðrenn vaska verður við vatni. Ventilatorarnir gera eiheildur so nógvan gang, tá ið teir eru reinir.
Ikki turka klæði inni í íbúðini. Tað økir luftkuktigheitina nógv. Turka klæðini í einum svalligum kjallara ella uttandura - tá lukta klæðini eisini nógv frískari.
Øll rúm í húsinum skulu vera javnt hitaði - eisini sovikømur.
Lufta væl út 2-3 ferðir dagliga, í einar 5-10 minuttir í senn.
Innbúgv eigur ikki at standa upp ímóti uttaru veggunum.
Kelda: Forbrugerinformation










