Fuglurin var ikki njósnari

Myndugleikarnir í Turkalandi siga, at kanningar hava nú staðfest, at ein deyður smáfuglur, sum hevði elvt til undran í einari bygd har eysturi í landinum, vísti seg ikki at vera ísraelskur njósnari.

Bygdarfólkini, sum funnu tann deyða fuglin, varnaðust, at hann hevði ein ring um annað beinið, og at orðið "Ísrael" stóð á ringinum. Tey gjørdu av at siga løgregluni frá, og hon sendi eina serliga yvirgangsdeild til bygdina at hyggja at fuglinum.

Endin var, at málið kom á borðið hjá umhvørvismálaráðnum í Ankara, og har komu fólk skjótt eftir, at talan var um ein fugl, sum fuglafrøðingar í Ísrael høvdu merkt, og at hann hevði einki við njósning at gera.