Fuglurin doyði av svongd

Hendingin við sjálvdeyðum lomviga í Suðurgrønlandi í januar mánaði í ár hevði sína orsøk í svongd.

Hendingin við sjálvdeyðum lomviga í Suðurgrønlandi í januar mánaði í ár hevði sína orsøk í svongd. Tað er niðurstøðan hjá DTU Veterinerstovninum, Danmarks Tekniske Universitet og Nattúrustovninum í Grønlandi.

 

Sambært Náttúrustovninum hava veiðimenn úr ymiskum økjum í Grønlandi savnað 20 av deyðu lomvigunum, sum eru kannaðir hjá DTU og Náttúrustovninum í Grønlandi. Lomvigurnar vóru serstakliga rak og vigaðu í miðal 40 prosent minni enn vanligt er um veturin.

 

- Í trimum av fuglunum varð staðfest fuglakrím, men av einum slíkum slag, sum ikki er óvanligt millum villini fuglar og sum vanliga ikki gevur fuglinum heilsutrupulleikar, sigur embætisdjóralæknin, Sanne Eline Wennerberg, sum starvast innan veteriner-og matvørumyndugleikarnar í Grønlandi.

 

Sambært Náttúrustovninum komu fyrstu fráboðaninar um deyðan lomviga úr Aappilattoq og Narsaq Kujalleq hin 3. januar, men næstu tvær vikurnar vórðu eisini deyðir fuglar funnir í Paamiut og við Nuuk. 

 

Líknandi hendingar við sjálvdeyðum lomviga vóru eisini í Suðurgrønlandi veturin 2004 og 2014, og eisini tá varð staðfest, at fuglarnir vóru deyðir av svongd. Mett verður, at tað eru avbjóðandi vetrarstormar og náttúruumstøðurnar í havinum annars, sum elva til slíkar tilburðir við sjálvdeyðum lomviga.