Fuglur seinkar skotunum

Skotska landsliðið skuldi koma lenda í Føroyum seint seinnapartin í dag, men teir eru hálvanannan tíma seinkaðir. Tað visti ein skotskur journalistur at siga fyri løtu síðani, og Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, váttar at so er.

- Vit høvdu eitt ?birdstrike? í gjárkvøldið og noyddust at skifta flogfar, greiðir hann frá. Eitt ?birdstrike? er, tá ein fuglur ber við flogfari undir flúgving og ger skaða. Magni Arge sigur, at teir vónaðu, at fuglurin ikki hevði gjørt skaða, men tá tað so varð staðfest, at forkanturin á vinstra vongi hevði fingið eina buglu, var neyðugt við nýggjum flogfari. Tí eru skotarnir seinkaðir, og fáa sostatt hálvanannan tíma minni av góðveðrinum, sum er um landið í løtuni.