Eitt flogfar hjá niðurlendska flogfelagnum KLM noyddist seinnapartin at trygdarlenda á flogvøllinum í Billund, tí tað hevði rakt ein fugl, tá tað var farið uppfrá.
Løgreglan sigur við Ritzau-tíðindastovuna, at støðan var ongantíð álvarssom, og at tilbúgvingarskipanin var á tí lægsta av teimum trimum stigunum, sum eru í skipanini.
Løgreglan vil ikki siga, hvussu mong ferðafólk vóru í flogfarinum.