Fugltúgvan til sølu á einum pela á Eiði

Tað er ivaleyst heldur sjáldamt at síggja eitt skip til sølu á einum pela, men hetta hava so Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið á Eiði, sum eiga skipið, valt at gera

Skipasøla

Í morgun ringdi ein lesari til Sosialin, sum visti at siga, at línuskipið, Fugltúgvan, sum P/F Torvanes á Eiði eigur, er lýst til sølu.
Plaseringin av hesi lýsing er heldur øðrvísi enn aðrar lýsingar av slíkum slagi.
- Skipið er nevniliga lýst til sølu á einum pela á Vaglinum á Eiði, tey rópa.
Lesarin, sum hevur síni áhugamál í fiskivinnuni, visti at siga, at skipið ikki er lýst til sølu aðrastaðni.
- Eg havi kannað hetta, og skipið er í aðrar mátar ikki lýst, sigur hann.
Tað eru Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið á Eiði, sum eiga hvør síni 50% í felagnum, sum eigur skipið
- Eg haldi tað vera undarligt, at Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið lýsa eitt skip, sum helst er vert einar 12 miljónir krónur, til sølu á einum pela  og bara á einum pela. Tí helt eg, at almenningurin eigur at fáa høvi at frætta um ætlaðu søluna, sigur hann.
Tað hevur annars gingið rímiliga væl hjá Fugltúgvuni, sum við sínum 18 árum á baki telist millum nýggjaru línuskipini í flotanum.
Skipið hevur ligið í ovara enda millum onnur línuskip í fleiri ár.
Sosialurin ringdi um middagsleitið í dag til Dánjal Jákup Vilhelm, útgerðarmann, fyri at fáa hann at siga okkum, hví felagið hevur valt at lýsa Fugltúgvuna til sølu á henda hátt, men Dánjal Jákup var upptikin og spurdi, um vit ikki kundu ringja aftur seinni.
Tað fara vit at gera.
Fugltúgvan er bygd í Strandby í Danmark í 1988 úr stáli, og maskinan er ein Callesen Diesel, 575 hk.