Fiskivinna
Hósmorgunin landaði línubáturin, Fugltúgvan, á Toftum.
Veiðan hendan túrin var 65.000 pund, harav 16.000 pund var hýsa, 8.000 pund toskur, meðan restin var longa og brosma.
Reiðarin, Dánjal Jákup Vilhelm, sigur, at skipið ætlandi fer avstað aftur leygardagin.
- Helst verður farið undir Føroyar, men tað hevur eisini verið upp á tal at fara til Ísland, har skipið eigur kvotu eftir.
Skipari á Fugltúgvini hendan túrin hevur verið Suni Dam á Norðskála, sum er sonur fasta skiparan, Andrias Dam.
Tað er P/F Torvanes, ið eigur Fugltúgvuna, sum er skrásett á Eiði.
Dánjal Jákup Vilhelm er reiðari á Fugltúgvuni og Tummasi Nygaard, sum skjótt verður avloystur av línubátinum, Eystnesi, sum P/F Linefish hevur keypt úr Noregi.











