Fugloy størstan vøkstur í skatti

Eitt yvirlit frá TAKS vísir, at Fugloyar kommuna hevur havt lutfalsliga størsta vøksturin í skattainntøkum í 2010 í mun til árið fyri, heili 39,22%. Kommunan fekk í 2010 inn 1.420.383 krónur inn í skatti, og tað er ein vøkstur á 400.145 krónur, sum svarar til smá 40%.

Í pengum er vøksturin tó nógv størstur hjá Tórshavnar kommunu. Har komu í kassan 602.292.755 krónur í 2010, og tað er 43.994.371 krónur meir enn í 2009, og svarar til 7,88%.

Av teimum 30 føroysku kommununum vóru tað bert fýra, sum høvdu minni skattainntøku í 2010 enn í 2009. Tær eru Fuglafjarðar, Sands, Skálavíkar og Skúvoyar kommunur. Tó var minkingin ikki stór. Fyri Fuglafjørð 0,28%, fyri Sands kommunu 1,75%, Skálavík fekk 2,26% minni og Skúvoy 1,26%.

Tað gongur støðugt framá í Suðuroy, og allar kommunurnar hava fingið meiri inn í skatti í 2010 enn í 2009. Serliga Hovs og Porkeris kommunur fingu meira skatt, ávikavist 316.936 krónur, 10,55%, og 196.801 krónur, sum svarar til 9,70%.

Næststørstu meirinntøkuna í krónum fekk fyrr so sperda Klaksvíkar kommuna. Har runnu 12.939.646 meira inn í kommunukassan, og tað svarat til 10,66%.

Næststørsta vøkstuin í prosentum fekk Viðareiðis kommuna, sum fekk 19,97% fleiri krónur í kassan, svarandi til 1.267.850 krónur.

Samlað fyri landið fingu kommunurnar 90.747.644 krónur meir í skatti í 2010 í mun til 2009, og tað svarar til 7,02% í meðal, sigur TAKS.