Í mei verða Fugloyggin og Svínoyggin kníttar saman í hátøkniligt samskiftisnet.
Tað er sokallaða Svínoyarætlanin, ið verður víðkað, soleiðis at KT-netið, sum eina tíð hevur verið í Svínoynni nú verður víðkað, so tað eisini fevnir um Fugloynna.
Hetta merkir, at íbúgvar í Svínoynni og Fugloynni kunnu samskifta við nógvari ferð á internetinum og á innanhýsis neti.