Fugloyar kommuna telist millum smæstu kommunur í Føroyum og borgarstjóri er Amalia í Frammistovu, sum býr á Kirkju. Hin bygdin á oynni er Hattarvík, sum altíð hevur verið fámentari enn Kirkja í fólkatali. Oyggin er hin minsta av Norðoyggjum, stívliga 11 ferkilometrar stór. Landslagið er høgt, og brimpláss er á báðum plássum. Hægsta fjall er Klubbin, sum er 621 metrar høgur, og út fyri Eystfelli liggur Stapin, sum er 47 metrar høgur.
Í Fugloy er náttúruvakurt, og oyggin hevur fingið navnið eftir fuglameinginum í oynni.
Í dag er fólkatalið í Fugloy fáment, smá 40 í tali, harav umleið tveir triðingar búgva á Kirkju. Men, fara vit nógv ár aftur í tíðina, búðu í 1940-unum 200 fólk í oynni, og í 1950 vórðu 195 fólk skrásett at búgva í Fugloy. Vegasamband hevur verið millum bygdirnar í stívliga eina fjórðingsøld, og teinurin millum Kirkju og Hattarvík liggur um stívliga fimm kilometrar.
Tað er strandfaraskipið Ritan og tyrlan hjá Atlantsflogi, sum syrgja fyri sambandinum hjá fugloyingum við umheimin. Veturin, sum júst er lagdur aftur um, hevur ikki verið hin harðasti, vit vita um, men tað eru eisini tíðarskeið, har eingin sigling er. Og soleiðis hevur eisini verið í vetur. Ætt og streymur hava sjálvsagt stóran týdning, tá talan er um brimpláss, sum vit kenna tey bæði á Kirkju og í Hattarvík.
Í Fugloy hava tey bæði kafé, gisting og útferðarmøguleikar til ferðafólk, sum leita sær í oynna. Ein dagtúrur í Fugloy er eitt fantastiskt høvi at vitja á Kirkju og í Hattarvík, og tað er heldur einki til hindurs fyri at gista á Kirkju, um fólk hava hug til tess. Amalia í Frammistovu, borgarstjóri, sum hevur havt við ferðafólk at gera gjøgnum mong ár, eru nú saman við øðrum í einum leigumáli um lærarahúsini á Kirkju, sum kortini standa tóm.
Her bjóða tey gisting í tveimum tvímanskømrum og trimum einkultkømrum, og her kunnu tey bjóða at kalla alt, sum ferðafólk spyrja eftir. Her eru allir møguleikar. Amalia í Frammistovu vísir á, at fólk kunnu koma út til Fugloyar ein dagtúr, har tey bæði kunnu gera matpakkar og útvega ferðaleiðarar. Ein vanligur túrur er at ganga eftir vegnum við frásøgufólki til Hattarvíkar og so koyra heimaftur.
- Um fólk ynskja tað, ber eisini til at koyra báðar vegir við frásøgufólki, ið sigur frá á ferðini. Møguleikar eru eisini at fara til fjals saman við ferðaleiðara - ella at fólk, sum koma í oynna, bara velja at ganga her runt í bygdini og gera styttri útferðir í hugnaliga umhvørvinum, sigur hon og vísir á, at fólk, sum koma í oynna, fáa tað á morgni, sum tey ynskja sær, áðrenn dagurin í oynni byrjar.
- Vit kunnu bjóða kaffi, morgunmat, døgurða, nátturða - ella hvat tað nú einaferð er, ið fólk ynskja sær ein slíka dag. Vit hava pláss fyri eini 40 fólkum, sum kunnu sita til borðs í lærarahúsunum í senn, og tað var ikki altíð, at øll fingu pláss at sita í senn, tá mest var at gera i fjør summar. So, her var nógv at gera í juni og juli, meðan alt visti væl við, og vit ikki høvdu koronu í Føroyum.
Amalia í Frammistovu sigur, at tá Føroyar so aftur fingu eitt útbrot við koronu eftir ólavsøku, valdu tey bara at gevast.
##med2##