Steðgurin hjá skálamonnum í 1. deild gjørdist stuttur. Appilsingula felagið smurdi alla mótstøðu av vøllinum í næstbestu deildini, og tað var ongantíð nakar ivi um, at Skála fór at vinna 1. deild greitt.
Sum vanligt er, so styrkja uppflytararnir seg so at siga altíð, áðrenn spælast skal í bestu deildini. So er eisini á Skála, sum í morgun hevur kunngjørt, at nýggjur miðvallari legst afturat hópinum.
Talan er um garvaða fuglfirðingin, Fritleif í Lambanum, ið er 29 ára gamal og hevur spælt heili 231 dystir í Effodeildini. Í ár spældi Fritleif við í 21 av dystunum hjá ÍF, har hann eisini ofta var liðformaður.
Skála kunnger eisini, at Símun Petur Poulsen hevur longt sáttmála sín við felagið.










