Hetta vikuskiftið eru tað mentanardagar í Fuglafirði, og í dag eydnaðist tað væl á ítróttarliga bógnum, tá ið besta fótbóltsliðið hjá fuglfirðingum á heimavøllinum í Fløtugerði fyri tíggjundu ferð á rað fóru av vøllinum uttan at hava tapt.
Merkisvert er tað, at á ÍF liðnum eru tað mest sum bara spælarar, ið eru uppvaksnir í Fuglafirði ella eru fluttir hagar at búgva.
Í dag var næstbesta liðið hjá B36 gestur í Fuglafirði, og blaðungu gestirnir úr høvuðsstaðnum vóru knáir ímóti ÍF favorittunum.
Heimaliðið vann 1-0. Málið skoraði veteranurin Jan Ó. Ellingsgaard í síðstu løtu undan steðginum. Uppleggið átti Sámal Zachariassen – fyrr Joensen. Hetta var fyrsta málið hjá Jan Ó. Ellingsgaard í ár.
ÍF var greitt omaná í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin vóru gestirnir væl við. B36 hevði sínar møguleikar at skora og harvið at vinna stig, men tað eydnaðist ikki. Ikki minst tí Tóri Traðará var so stinnur millum ÍF stólparnar.
ÍF hevur nú 49 stig, og tað er eitt stig fram til toppliðið TB. Týskvøldið fer ÍF at spæla á útivølli ímóti B71, og tá hava fuglfirðingar møguleika at taka oddasessin. Um eina viku fær ÍF vitjan av grannunum í Víkingi.
B36 hevur 15 stig og er fimm stig frammanfyri NSÍ, sum saman við 07 Vestur er undir strikuni. Næstu vikuna hittast B36 og 07 Vestur tvær ferðir – týskvøldið í Sørvági, og um eina viku í Gundadali.