Tað skrivar Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, ið einum tráði hjá Jústinus Eidesgaard, journalisti, á Facebook.
Tað er kanska ikki so vanligt, at stjórar í børsskrásettum fyritøkum fara út á Facebook at greiða frá ábøtum, sum virki gera, men tað hevur Regin Jacobsen so valt at gera í hesum føri.
Orsøkin er hesin spurningur frá Jústinus Eidesgaard:
»Brúkar Bakkafrost nóg mikið at dempa luktin úr Fuglafirði? Vit hava fegnast um nú í mong ár, at ein íløga í eitt partabræv í Bakkafrost er ein góð íløga. Ja, hesar íløgur hava føtt fyrstu føroysku milliarderarnar. Og mín spurningur er, um Bakkafrost ger nóg mikið fyri trivnaðin í nærumhvørvinum. Eg búgvi á Hellunum, og er hann sunnan í ættini luktar snøgt sagt illa her frá "fabrikkini" í Fuglafirði.
Og luktar illa her, eigur tað at lukta enn verri í Fuglafirði.
Góð tøl á botnlinjuni eru altíð góð, og trivnaður er enn betri.
Mín spurningur er, um Bakkafrost brúkar nógmikið av pengum fyri at fáa luktin frá Havsbrún niður á eitt absolutt minimun.
Kanska onkur kompetentur kann svara hesum spuringi við reinum fakta, ikki gitingum og heimafabrikeraðum meiningum.«
Og tað er hesum spurningi, sum Regin Jacobsen svarar:
– Eg kann upplýsa, at ein umfatandi útbygging fer at fara fram komandi tvey árini á Havsbrún, skrivar Regin Jacobsen.
Og hann heldur fram:
– Partar í útbyggingini snúgva seg um lukt reinsing, minka larm og støv. Vit ynskja at gerast ein enn betri granni fyri íbúgvarnar í kommununi.
Útgerðin er mest framkomna útgerð sum finst, og fer at gera sera stóra ávirkan á luktavbjóðingina frá virksemi okkara.
Tað er fyritøkan Purenviro (www.purenviro.com), sum leverar skipanina, sum verður brúkt til líknandi avbjóðingar við góðum úrsliti aðrasteðs.
Ein umfatandi partur verður longu gjørt nú í heyst – ein partur er við í útbyggingini komandi tvey árini, skrivar stjórin á Bakkafrost.












