Fuglfirðingar flongdir í Fløtugerði

1. DEILD: Grannarnir úr Eysturkommunu eru á veg út um Eiðið við ársins størsta sigri

ÍF er á veg ímóti uppflyting í bestu deildina. Men avrikið og úrslitið á heimavøllinum í Fløtugerði í góðveðrinum í dag vísti, at tað skal ógvuliga nógv til, áðrenn fuglfirðingar kunnu hugsa um at standa seg í fremstu røð.

 

Í dag var næstbesta liðið hjá Víkingi í Fuglafirði, og grannarnir fóru út aftur um Varmakeldueið við øllum stigunum, og tað var vorðið sum sigur. Víkingur vann 7-1. Tað skal gravast djúpt og leingi at finna fram til, at besta liðið hjá ÍF hevur tapt so nógv á heimavølli.

 

3. oktober í 1998 ella fyri skjótt 24 árum síðani fekk HB handað FM steyp og gullkrónur í Fuglafirði. HB vann 10-1 og FM, og ÍF endaði á áttanda plássi. Eyðmýkingin í dag var væl størri enn fyri 24 árum síðani, tí meðan tað á síðsta leikdegi í 1998 var FM liðið hjá HB, sum vann 10-1 í Fløtugerði, so var tað í dag næstbesta liðið hjá Víkingi,  sum vann 7-1. Hetta er nógv størsti sigur hjá Víkingi í ár.

 

Eingin av teimum, sum ofta verða skiftir inn á besta liðið hjá Víkingi, var  á listanum í dag.

 

Hálvleiksstøðan var 5-1 til Víking. Í fyrra hálvleiki vóru tað Signar á Brúnni, Rani Hansen, Magnus Jarnskor og Fannhard Skoradal, sum skoraðu málini hjá Víkingi. ÍF gjørdi eitt sjálvmál, og Hans Jákup Lervig minkaði um munin til 3-1.

 

Í seinna hálvleiki skoraði Fannhard Skoradal tvær ferðir aftrat og skoraði harvið hattrikk.

 

Merkisvert var tað, at ÍF í dag vann átta hornaspørk, og at Víkingur vann eitt hornaspark.

 

Víkingarnir vóru skrásettir fyri at hava 10 royndir á ÍF málið, og heimamenninir vóru skrásettir fyri at hava seks royndir á málið hjá Víkingi.

 

ÍF er næstfremst við 49 stigum – tvey aftanfyri TB – og Víkingur er á bronsuplássinum við 40 stigum – fýra frammanfyri Undrið FF.

 

Fríggjadagin fer ÍF at spæla á útivølli ímóti HB, og tá fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.