Tað eru tey fimm ovaru liðini, og so eru tað tey fimm niðaru liðini. Soleiðis hevur tað ljóðað í fleiri ár, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ár.
Síðani 2015 eru Víkingur, KÍ, NSÍ, HB og B36 endað á fimm teimum ovastu plássunum – í skiftandi røð.
Síðsta liðið, sum hevur megnað at trýsta seg inn í topp fimm, var EB/Streymur, sum í 2014 endaði á fimta plássi – frammanfyri KÍ.
Bæði í 2012 og 2013 var ÍF millum fimm tey fremstu. Fuglfirðingar endaðu bæði árini næstfremst og vóru av álvara við í FM stríðnum.
Í kvøld hevur ÍF møguleika at vinna seg fram á fimta pláss. ÍF hveur 10 stig, Víkingur hevur 11 stig, og í kvøld hittast grannarnir hvør sínu megin Varmakeldueið í Sarpugerði.
Víkingur og ÍF hava í landskappingini dystast 20 ferðir í Sarpugerði. Víkingur hevur vunnið 12 ferðir, tvær ferðir er tað endað javnt, og fuglfirðingar eru seks ferðir farnir inn um aftur Eiðið við fullari úrtøku. ÍF hvur ikki vunnið í Gøtu síðani í 2012, tá ið ÍF við Flemming Christensen sum venjara vann 3-0 og 4-1 í Sarpugerði. Málmunurin í hesum 20 dystunum er 44 – 28. Tað er ongantíð endað málleyst, tá ið grannarnir hava dystast.
Í ár fara Víkingur og ÍF at spæla tvær ferðir í Gøtu og einaferð í Fuglafirði. Hetta er 11. árið, síðani Víkingur sá dagsins ljós í 2008, at ÍF og Víkingur dystast í bestu deildini. Bara tvær ferðir – í 2016 og 2017 – hava tveir dystir verið í Fuglafirði.
Higartil í ár hevur Bogi Reinert Petersen verið eyðsýndasti spælarin hjá Víkingi. Tí er tað smeitur, at miðvallarin, sum er uppvaksin í Fuglafirði og ÍF, er leikbannaður í kvøld. Sannlíkt er tað, at ein av ungu spælarunum í Víkingi fer at fáa møguleikan. Ein møguleiki er 17 ára gamli Noah Mneney, sum býr í Fuglafirði, og sum í fjør flutti úr ÍF og til Víking.
Hjá ÍF er Pól Jákup Lundsbjerg langtíðarskaddur. Leygardagin fór Dánjal á Lakjuni av vøllinum í Trongisvági, tí hann var darvaður av skaða í lærkrikanum.
Víkingur – ÍF: Bjarki Danielsen kl. 19.00.










