Fuglfirðingar vunnu ímóti Mjølni

Fuglfirðingar megnaðu tað ongin annar hevur megnað higartil í ár, nevniliga at vinna á Mjølni, í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti

Flogbóltur

Talan var um eina veruliga toppuppgerð leygardagin í Klaksvík, tá ið ÍF var á vitjan. Bæði liðini lógu undan dystinum á fyrsta plássi við 8 stigum. Mjølnir hevði undan dystinum ikki tapt eitt einasta sett. Og einasta ferð Mjølnir hevur fingið líkinda mótstøðu, var ímóti ÍF í fyrra dystinum teirra millum. Tá vann Mjølnir 3-0, menn settuni vóru sera jøvn.
Hesaferð gjørdist ikki talan um ein spennandi og javnan dyst. ÍF vann dystin 3-0. Tað var eingin ivi um, at ÍF var betra liðið, og at sigurin var fult uppiborin.
Við sær til Klaksvíkar leygardagin hevði fuglfirðingar ein nýggjan leikara. Tað er kroatin Dragan Marianovic, og fyri at gera pláss fyri nýggja leikaranum hevði venjarin valt at seta føroyska landsliðsleikarin Jan Áka á bonkin.
Fyrsta settið vann ÍF sannførandi 25-19. Annað settið varð sera spennandi, bæði liðini høvdu møguleika at vinna settið, men tað vóru fuglfirðiungar, ið drógu longra stráið og vunnu settið 32-30. Í triðja settinum fór luftin fullkomuliga úr Mjølni, og ÍF vann settið 25-15 og harvið dystin. Sigurin førir við sær, at ÍF er nýtt oddalið við 10 stigum í meistaradeildini hjá monnum. Tó hevur ÍF leikt ein dyst meir enn Mjølnir.

Lætt hjá sørvingum
Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnum hettar vikuskiftið varð leiktur á Giljanesi ímillum SÍ, sum lá á triðja plássi, og Fleyr, sum bert hevur vunnið eitt sett higartil í kappingini og liggur aftast. Vágamenn fingu onga mótstøðu og vunnu lættliga 3-0. Settúrslitini vóru 25-17 25-15 og 25-14. Við sigrinum liggja vágamenn nú á einum deildum øðrum plássi saman við Mjølni.