Fuglfirðingar vilja víðka um marknaðin

Fyrst var ein fundur skipaður saman við vinnuni. Í farnu viku átti so handilsvinnan túrin. Málið er at fuglfirðingar skulu hugsa út um egið býarmark, og síggja alt landið sum ein marknað.

Eini 25 fólk møttu upp til tiltakið, sum var at meta sum ein byrjan til at fáa samskipað viðurskiftini hjá handilsvinnuni betur. Hetta ger ikki minst galdandi, nú onnur økir í nánd av býnum brynja seg út til kapping. Millum hesi økini er ætlaði handilsdepilin, sum er í gerð í Gøtudali.
Á fundinum helt Rógvi Róin, marknaðar- og søluleiðari fyrilestur har hann vísti á tær avbjóðingarnar, sum handilsvinnan í býnum kemur at standa fyri í komandi tíðum.
- Neyðugt er, at handilsvinnan stendur saman og skipar seg sum ein maður úteftir, vísti hann á. Handilsvinnan eigur at fáa sær marknaðir um alt landið, fyri at fáa fleiri fíggjarlig bein at standa á.
Borgarstjórin greiddi frá, at býráðið í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2007 hevði avsett pening til at seta í starv ein marknaðarleiðara hjá kommununi.
Ætlanin er at hesin m.a. skal taka sær av øllum áhugamálum í býnum, bæði mentanarlig, handilslig og vinnulig.
Hesum átaki tók handilsvinnan sera væl ímóti.