Niclas Niclasen, Áslakkur Petersen, Símun Louis Jacobsen og Andreas Lava Olsen eru allir ivasamir undan heimadystin hjá Víkingi í móti ÍF. Harumframt er Sam Jacobsen framvegis skaddur.
Hetta kemur ógvuliga dátt við hjá Víkingi, sum er einasta liðið í løtuni, sum bara nøkulunda megnar at fylgja HB í oddinum.
Nú skulu teir taka í móti fuglfirðingum, sum hava stórt sjálvsálit fyri tíðina. Við Rógva Jacobsen aftur á liðnum vunnu teir EB/Streym síðsta vikuskiftið og nú fara teir at byggja víðari á tann sigurin.
Sami hugburður, stríðsandi og frálíka spæl skal finnast fram aftur. Hepnast tað, verður tað ógvuliga trupult hjá Víkingi. Hesaferð eru bæði Nenad Saric og Alexandar Jovevic klárir at byrja inni. Hinvegin mugu teir síggja burtur frá Poul Ennigarð, sum sá reytt seinast, umframt at Hanus Eliasen ikki kann spæla enn.