Um 13-tíðina sunnudagin kom trolarin Gandí, sum Jón Nolsøe Olsen hevur keypt úr Íslandi, á Fuglafjørð.
Skipað varð fyri einari ávísari móttøku á bryggjuni, har hornorkestur spældi hátíðarligar tónar.
Væl av fólki tók ímóti skipinum, og millum kommunalu umboðini vóru eitt nú borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, og umboð fyri vinnunevnd kommunurnar.
Blómur vórðu eisini handaðar við løtuna á bryggjuni í Fuglafirði.
Fiska rækjur
Gandí er rækjutrolari, og Jón Nolsøe Olsen hevur ætlanir um at fara í Barentshavið og til Svalbards at fiska rækjur av kvotum, sum Føroyar eiga á hesum leiðum.
Trolarin er 60 metrar langur, 13 metrar breiður og lastar umleið 400 tons av rækjum.
Hann er smíðaður í Noregi í 1986.
Reiðarin hevur sagt, at skipið er í góðum standi, hevur nýggjan motor og nýggja verksmiðju.
Uppsjóvarfiskur
Jón Nolsøe Olsen ætlar eisini, at Gandí skal sleppa upp í part í veksandi uppsjóvarvinnuni, nú Føroyar eiga so stórar kvotur av makreli og sild.
Sambært reiðaranum er Gandí vælegnaður til eitt nú makrelfiskiskap, um hesin møguleikin skuldi býðst.
15 mans
Áðrenn Gandí fer til fiskiskap skulu smærri ábøtur gerast, og tá loyst verður, verða ætlandi 15 mans við skipinum.
Jón Nolsøe Olsen er útbúgvin skipsførari, og hann ætlar sær sjálvur á brúnna, tá farið verður til fiskiskap.