Tað verður oyggjauppgerð í Fløtugerði í Fuglafirði seinnapartin. ÍF fær vitjan av NSÍ, og tað er skjótt at staðfesta, at pílarnir peika hvønn sín vegin.
ÍF hevur ikki vunnið síðani 12. juli, tá ið skálamenn fóru úr Fuglafirði við 3-0 tapi. Síðstu vikurnar hevur nógv órógv verið kring liðið, og nú er takið hjá venjarunum, Ólavi Larsen og Hans Jørgen Djurhuus, at fáa liðið aftur á beint og tingini at rigga, eftir at Jan Ó. Ellingsgaard er givin, og Filip Djordjevic ikki er við.
NSÍ skifti venjara fyri nøkrum vikum síðani, hóast gongdin leingi hevur verið sera góð. Í dag eru Búi Egilsson og Bárður J. Hansen ikki tøkir.
Tá ið liðini hittust í Runavík, vann NSÍ 5-0, og í Fuglafirði vann NSÍ 1-0.
Tað eru seks ár síðani, at ÍF síðst vann stig ímóti NSÍ.
ÍF – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00










