Fótbóltslagið í Fuglafirði mann vera í topp eftir sigurin á grannunum úr Víkingi, sum hevur við sær at ÍF liggur á odda í Vodafonedeildini, og teir fingu hevnd fyri tapið síðsta hóskvøld.
Tað eru óivað mong, sum ikki høvdu væntað at fuglfirðingar fóru at standa seg so væl tá ein triðingur av kappingin var farini. Men sigrar á HB og Víkingi í seinastu landskappingardystunum, geva ábendingar um eitt ÍF lið, sum skal takast í størsta álvara.
Samanumtikið vóru fuglfirðingar betra liðið í Sarpugerði í gjár, tí er tað eisini uppiborið at teir vunnu dystin, meðan Víkingur hevði trupult við at fáa gongd á egið spæl. Og so gjørdi tað ikki støðuna betri, at Niclas Niclasen varð vístur av vøllinum fyri hevnisøku, 10 minuttir áðrenn dystarlok.
ÍF vildi meira
Eftir eina heldur slaka byrjan uppá dystin, tóku fuglfirðingar yvir, og vóru spælstýrandi. Gestirnir vóru grammari og stríddust væl fyri hvørjum øðrum, meðan Víkingur hevði stórar trupulleikar at fáa glið á egið spæl. Av tí sama høvdu gestirnir ikki stórvegis trupulleikar at steðga einum sera tomum Víkinga liði.
At ÍF vóru spælstýrandi sást aftur í kjansunum. Dánjal á Lakjuni og Øssur Dalbúð høvdu hvør sín kjans tíðliga í fyrra hálvleiki, tó uttan úrslit. Men tá ein góður hálvur tími varð farin bragdaði hjá fuglfirðingum, tá teir fingu brotspark, sum Andy Olsen umsetti til mál.
Í seinra hálvleiki kom Víkingur betur við í dystin, og fingu útjavnandi málið sjey minuttir eftir steðgin. Verjan og málverjin hjá ÍF kundu ikki einast um hvør skuldi taka sær av einum innleggi í ÍF brotsteigin, og so kundi Sølvi Vatnhamar stúta bóltin í málið.
Reytt kort avgerðandi
Eftir at Víkingur hevði skorað, javnaði spælið út og tað byrjaði at líkjast eini rættari grannauppgerð. Liðini stríddust fyri hvørjum bólti, og dysturin kundi fara báðar vegir. Men tá tað restaðu umleið 10 minuttir av dystinum, varð Niclas Niclasen vístur av vøllinum, og hevði tað við sær at fuglfirðingar aftur fingu tak á dystinum.
Fuglfirðingar gagnnýttu at teir vóru ein maður meiri á vøllinum, og royndu at trýsta fyri at fáa sigursmálið, meðan Víkingur vóru noyddir at gera rokeringar á liðnum. Tað sást at umrokeringin í Víkingaverjuni var ikki komin heilt uppá pláss, tá Nenad Saric í 89. minutti legði ÍF á odda, áðrenn Frank Poulsen løtu seinri kundi staðfesta sigurin, við málinum til 3-1.
Sostatt endaði dysturin við einum uppibornum 3-1 sigri til fuglfirðingar, sum fingu hevnd fyri tapið hósdagin, meðan Vikingur als ikki vóru sær sjávum líkir. Og so bøtti tað ikki um støðuna, at teir fingu ein mann útvístan.









