Fuglfirðingar mugu stríðast

ÍF fekk eina harðliga ávaring frá HB um, at stríðast skal fyri hvørjum stigi

 

HB-ÍF 3-2 (1-1)


Fótbóltur


Mett eftir úrslitunum, sum hava verið í steypakappingini, hevur lítil og eingin ivi verið um, hvat lið er hitt sterkasta í aðru deild. ÍF hevur í steypakappingini givið fleiri av feløgunum í bestu deildini harða mótstøðu, og fáur ivaðist undan kappingini í, at liðið var heitasta uppflytaraevnið.


Gloymdu stríðið

Møguliga hava fuglfirðingarnir eisini hildi sjálvir, at so var, men dysturin leygardagin vísti teimum so, at teir ikki skulu rokna við, at eitt hitt einasta stig fer at koma av sær sjálvum.

Við skilagóðum og einføldum spæli syrgdu næstbestu leikararnir hjá HB fyri, at fuglfirðingar máttu heim við ongum. Heimaliðið legði stóran dent á verjupartin, meðan álopsparturin í stóran mun varð bygdur á langar bóltar fram til teir báðar fótfimu áleypararnar, Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen.

Fyrsta málið í dystinum var tó eingin av teimum maður fyri. Uppspælið kom úr høgru síðu, og tá bólturin var sendir flatt inn, smekkaði Rógvi Joensen til. Tomek syrgdi við einum máli fyri, at fuglfirðingarnir ikki mistu takið á nøkrum undan steðginum, men í seinna hálvleiki sýndi Gunnar Mohr aftur, hví hann í nógv ár varð roknaður millum vandamiklastu framherjarnir í landinum.

Fyrst fekk hann ein bólt við sær móti málinum. Staddur beint við brotsteigarmarkið smekkaði hann til, uttan møguleika hjá málverjanum at gera nakað. Eftir hornaspark fekk Høgni á Lakjuni aftur javna fyri ÍF, men fyrrverandi HB-formaðurin gav ikki soleiðis skarvin yvir. Við enn einum máli ? meinlíkt tí fyrra ? setti hann punktum fyri dystinum, og meðan HB leikararnir fegnaðust um tey trý stigini, kundu gestirnir hugsa um, hvat tað var, sum gekk galið.

Allar helst verður niðurstøða teirra, at teir ikki arbeiddu nóg nógv fyri sakini hendan dagin. Nakað sum ofta verður rópt fyri ein deyðssynd, men so illa nýtiast tað tó ikki at ganga hjá ÍF. Enn eru 17 dystir eftir at spæla, og einki er at ivast í, at leikararnir fara at gera sítt til at fáa eina munandi úrtøku úr hesum.