Løgmanssteypið
Bólkaspælið í kappingini um Løgmanssteypið fór í gongd í vikuskiftinum, og í bólki 2 vóru tað uppflytararnir úr ÍF, ið fingu bestu byrjanina.
Afturvendir leikarar gjørdust dagsins menn
Á Toftum hevði B68, sum í fjør vann bronsu í landskappingini, vitjan av uppflytarunum úr ÍF. Fuglfirðingar hava undan hesum kappingarárinum fingið tilgongd av fleiri av sínum bygdarmonnum, ið hava leikt við øðrum feløgum seinnu árini, og tað vóru júst tveir av hesum, sum gjørdust dagsins menn.
Teir báðir, Magni á Lakjuni og Bartal Eliasen, myndaðu álopið hjá ÍF í dystinum á Svangaskarði, og báðir vístu teir seg sum nakrar vandamiklar harrar. Toftamenn, ið hava mist fleiri týðandi leikarar undan hesum kappingarárinum, komu ongantíð av álvara fyri seg, og eftir at Magni á Lakjuni við tveimum og Bartal Eliasen við einum máli høvdu lagt ÍF á odda 3-0, var dysturin avgjørdur. Mortan Hansen fekk minkað um munin fyri toftamenn, men lítið hjálpti tað, tí Bartal Eliasen var aftur á blettinum og legði fuglfirðingar á odda 4-1. Ungi Hanus Eliaen, ið er yngri bróður sterka verjuleikaran hjá føroyameistarunum HB, Símun Eliasen, vildi eisini sleppa framat, og hann økti um leiðsluna, so at ÍF var á odda 5-1, áðrenn Mortan Hansen enn einaferð fekk minkað um munin fyri B68 til endaligu støðuna 5-2 til ÍF. Við hesum kann ikki annað sigast, enn at fuglfirðingar hava fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið, og sum skilst hevur ÍF eitt rættuliga sterkt lið.
Tryggur sigur til gøtumenn
Á Sevmýri var hin dysturin í bólki 2 leiktur millum TB og GÍ. Munurin millum 1. og 2. deild er stórur, og gøtumenn høvdu allan dystin tamarhald á støðuni, og teir vunnu sannførandi 3-1.
Unga liðið hjá gøtumonnum legði seg á odda 3-0 við málum frá Leivi Hansen, Símun Jacobsen og landsliðsleikaranum Súna Olsen, áðrenn TB móti endanum fekk minkað um munin við brotssparki, sum Einar Petersen setti í netið til endaligu støðuna 3-1 til GÍ.
Bólkur 2:
TB-GÍ 1-3
0-1 Leivur Hansen
0-2 Símun Jacobsen
0-3 Súni Olsen
1-3 Einar Petersen brts.
B68-ÍF 2-5
0-1 Magni á Lakjuni
0-2 Magni á Lakjuni
0-3 Bartal Eliasen
1-3 Mortan Hansen
1-4 Bartal Eliasen
1-5 Hanus Eliasen
2-5 Mortan Hansen