Fuglfirðingar kendu seg snýttar

Eitt brotsspark í evstu løtu bjargaði Skála eitt stig í heimadystinum ímóti ÍF. Skála hevði meginpartin av spælinum í dystinum, men teir máttu stríðast fyri at fáa stig, eftir at málmaðurin hjá teimum fór skeivur av einum langskoti


Dysturin millum Skála og ÍF spældi ikki soleiðis av, sum tey flestu høvdu roknað við frammanundan. Skála hevur fingið nógv góð úrslit seinastu umførini og hevur mest sum fulla manning aftur, og heimaliðið var favorittur at vinna dystin.
ÍF kom til Skála at verja stigið, sum teir høvdu, tá ið dysturin byrjaði, og tí løgdu teir seg langt aftur á vøllin, og tað var líka við, at hendan ætlan tryggjaði teimum sigurin.
Skála sat á meginpartinum av spælinum allatíðina. ÍF legði stóran dent á verjupartin, og teir høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin allatíðina. Símun Eliasen og Bartal Eliasen syrgdu fyri at halda verjuna saman, og tað eydnaðist heilt væl.
Tá ið ÍF so fekk onkrar deyðbóltsstøðu frammi á vøllin, so satsaðu gestirnir við nógvum fólki.
Skála royndi í sínum lagi at bróta ígjøgnum væl mannaðu og væl skipaðu verjuna, men tað eydnaðist sjáldan. Tá ið onkur tilboð so vóru, so vórðu tey misnýtt.
 
Bólturin endaði í málinum
Eitt korter inn í seinna hálvleiki skoraði ÍF. Tað var langt frá í tráð við leikgongdina, og málið skuldi helst ikki verið komið.
Hanus Eliasen, sum hevði tað einsligt í álopinum hjá ÍF, smekkaði til úti frá. Málmaðurin hjá Skála sá møguliga í so seint, at bólturin hevði kós ímóti málinum, men tá hann so skuldi tveita seg eftir bóltin, metti hann skeivt, og so fór bólturin onkursvegna framvið honum og í málið.
Hetta gjørdi bara støðuna hjá Skála truplari, tí nú kundi ÍF veruliga halda seg í verjustøðu allatíðina og lata tíðina arbeiða fyri seg. Og tað gjørdu fuglfirðingar.
Skála hevði nakrar vandamiklar støður í brotsteignum, men tað eydnaðist teimum ongantíð at beina bóltin í málið.
 
Ivasamt brotsspark
Í seinastu løtu bar tó til, og tað var eftir, at dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki. Fuglfirðingar hildu als ikki, at talan var um nakað brotsspark, og teir kendu seg snýttar.
Liðformaðurin hjá Skála tók ábyrgdina á sínar herðar, og hann sendi bóltin í meskarnar frá brotssparksblettinum.
Harvið bjargaði Skála sær eitt stig burtur úr dystinum. ÍF hevði frammanundan vilja selt dystin fyri ein javnleik, men eftir dystin vóru fuglfirðingar sera vónbrotnir, tí tað var um reppið, at teir fingu øll stigini við sær av Skála.
Úrslitið hevði við sær, at Skála halda stand ímóti ÍF, sum togaði seg upp á javnt við B68, ið skal spæla í Gøtu í kvøld.
Longu mikukvøldið skal ÍF aftur í eldin, tá ið teir spæla avblásta dystin á Eiði umaftur.