Tað eydnaðist í dag Erlu Kongsdóttir at vinna kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum, og harvið hava kvinnurnar í Fuglafirði lagt seg á odda í FM kappingini.
Tað er ikki á hvørjum ári, at tað eydnast fuglfirðingum at vinna á Varmakeldu. Í dag var tað frá fyrsta taki týðuligt, at tær á Erlu Kongsdóttir ætlaðu at seta eyka bluss undir stevnulagið í Fuglafirði. Erla Kongsdóttir og Frúgvin høvdu besta startin, og hesir báðir bátarnir lógu borð um borð allar túsund metrarnar.
Erla Kongsdóttir átti góðan endaspurt, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin minni enn ein hálv bátslongd.
Sigurin hjá Erlu Kongsdóttir ber við sær, at Erla Kongsdóttir nú er á odda í FM kappingini við Frúnna. Men tað er spennandi, tí munurin er bara eitt stig!
Úrslit
1 Erla Kongsdóttir 05:13.10
2 Frúgvin 05:14.09
3 Ritan 05:24.16
4 Hvassi 05:24.18
5 Blikur 05:30.16
Støðan
1 Erla Kongsdóttir 33
2 Frúgvin 32
3 Hvassi 23
4 Ritan 22
5 Blikur 15