Fuglfirðingar halda valfund

Júst ein vika er nú eftir til kommunuvalið, og valstríðið er komið í hæddina.

Í Fuglafirði verður í hesum samabandi skipað fyri einum almennum valfundi, har umboð fyri allar listarnar, ið stilla upp, verða við. Hetta er nakað, sum er við at verða eina gamal siður í Fuglafirði. Slíkir valfundir hava verið hildnir undan nógvum teimum seinastu kommunuvalunum.

Valfundurin Fuglafirði í ár verður komandi hóskvøld.

Fýra listar eru til kommunuvalið í Fuglafirði. Teir eru Tjóðveldislistin, Javnaðarlistin og tveir borgaralistar.

JJ