2. deild
Tað tykist sum um kappingin í aðru deild bara er ein dystur um at vinna næst fremsta plássið. Í øllum førum hava fuglfirðingar higartil sett seg so rimmar fast á fremsta sessin, og leygardagin gjørdist talan um fimta sigurin upp í slag.
Hesa ferð var mótstøðan í Klaksvík, og leingi sá kanska út til, at KÍ her skuldi geva fuglfirðingunum ein skarpan gang. Viggon Johannesen hevði annars lagt ÍF á odda undan steðginum, men tá Meinhard Hansen javnaði í seinna hálvleiki, stóð á gomlum nøglum hjá oddaliðnum. Ein av veteranunum á liðnum, Ken Bærendsen, sýndi tó, at hann framvegis er maður fyri at senda avgerandi bóltarnar inn, og við einsamalla málinum frá honum komu stigini við aftur tvørtur um Leirvíksfjørð.
Í kappingini eftir ÍF eru tað fyrst og fremst trý lið, sum dystast, og øll hesi vunnu sínar dystir um vikuskiftið.
Á Argjum varð framskundaður dystur leiktur fríggjakvøldið, tá B68 vitjaði, og her var ongan tíð nakar ivi um, hvat var betra liðið. Argjamenn tóku sær fyri tað nógva av løttum, og við eitt sindur størri nærlagni kundi sigurin verið væl størri enn tey trý málini, sum vóru á muni.
Tað kundi hann eisini verið á Tvøroyri, har eitt illa mannað B36 lið vitjaði. Einasti eykamaðurin á liðnum var venjarin, Dia Midjord, sum annars ikki hevur verið tað stóra á vøllinum seinastu nógvu árini, men tá ein av B36-leikarunum noyddist út við krampa, mátti Dia traðka til. Tað hjálpti tó lítið um hjá B36, sum mátti leggja rygg til sannførandi 4-0 tap. Hjá tvøramonnum hinvegin ein sigur, sum heldur teimum føstum uppi á øðrum plássi.
Seinasta liðið í bólkinum, sum eltir ÍF, er Sumba, og eisini teir vunnu tryggan sigur. Hesa ferð vitjaðu sumbingar í Leirvík, og tó at LÍF vanliga stendur seg væl heima, so var ikki tað stóra at gera. Bergur Djurhuus skeyt eitt mál hvørju megin steðgin, áðrenn pólverski Norbert Lusak at enda staðfesta sigurin.
Seinasti dysturin var í Vági, har B71 vitjaði. Sandoyingar hava í ár fyrst og fremst sett sær fyri at byggja eitt nýtt lið upp, og hetta hevur eisini speglast á stigatalvuni, har møguleikin fyri uppflyting mest sum er fokin longu. Í Vági vóru teir tó heilt væl við fyrstu trý korterini, men hóast møguleikar, so spurdist einki burturúr. Og so kundi VB seta trumf á eftir steðgin. Teir báðir veteranarnir, Per Joensen og Jón Pauli Olsen skutu eitt mál hvør, áðrenn Tummas Richard at enda staðfesti sigurin, sum av álvara sýndi, at VB ætlar sær nakað væl meira enn leiklutin sum botnlið í ár.
Úrslit um vikuskiftið:
AB-B68 4-1 (2-0)
KÍ-ÍF 1-2 (0-1)
LÍF-Sumba 0-3 (0-1)
TB-B36 4-0 (2-0)
VB-B71 3-0 (0-0)










