Fuglfirðingar hóraðu undan

Fótbóltslagið er ógvuliga gott millum fuglfirðingar í kvøld.

ÍF hevur á heimavølli vunnið 1-0 á B36. Málið skoraði Nenad Saric í 1. hálvleiki. Høgni Madsen legði fríspark fram í brotsteigin hjá B36, og har stútaði Bartal Eliasen upp á tvørs til Nenad, sum setti bóltin í málið.

Eftir steðgin trýsti B36 støðugt, men tað eydnaðist ikki at seta bóltin í ÍF málið.