Tað mesta av kappingarárinum higartil hevur SÍ verið einaráðandi sum oddalið, og hóast Mjølnir hevur roynt at fylgt við, hevur SÍ óhótt átt oddasessin og ger tað enn. Hinvegin er spurningurin, um tað longur ber til at siga, at oddasessurin ikki er hóttur.
Fuglfirðingar eru komnir nógv seinni í gongd enn hini liðini, men nú ÍF hevur spælt fleiri dystir í síðstuni, eru eisini stig komin á kontuna, so ÍF nú er næstfremst – bara ein dyst og tvey stig aftan fyri SÍ.
Farnu vikuna hevur ÍF spælt tveir dystir, ið hava givið fýra stig aftrat, so úrtøkan er tvífaldað. Í báðum førum hevur talan verið um útidystir, tí fyrst vann ÍF mitt í vikuni í einum fimmsettara á Fleyr og síðani í gjár á TB.
Dysturin mitt í vikuni, sum var í Gundadalshøllini í Havn, fekk eina serstakliga dramatiska byrjan, tá fyrst Fleyr vann 28-26 í fyrsta setti og síðani ÍF vann 28-26 í øðrum setti. Síðani vunnu liðini hvør sítt sett rímiliga trygt, áðrenn ÍF í fimta og avgerandi settinum var væl meira sannførandi.
Í gjár var ÍF so á vitjan í Trongisvági, har tað eydnaðist at vinna ein púra tryggan 3-0 sigur, ið flutti fuglfirðingar heilt upp í nánd av sørvingum, ið munnu kenna andadráttin frá kappingarneytunum í nakkanum.
TB tók annars eisini leygardagin ímóti gestum í Trongisvági, tá Fleyr var á vitjan. Tann dystin gekk betur hjá TB, hóast talan gjørdist um tap, tí hetta bleiv ein fimmsettari, sum nokk man vera tann fyrsti hjá ungu tvøramonnunum í Eik-liguni.
Spurningurin er nú, um ÍF fer at taka SÍ, og harnæst, um Mjølnir raknar við aftur og fær bjóðað av heilt har frammi. Eisini verður spennandi at síggja, um Fleyr kann gera seg galdandi eisini, og meðan hesi fýra fremstu dystast í sínum lagi, eru tey spent í TB, um liðnum fer at eydnast at fáa sín fyrsta sigur hetta kappingarárið.