Fuglfirðingar fastir á fótum

Hvørja ferð HB nærkaðist ÍF-brotsteiginum, gjørdust beinini bleyt, og fult uppiborni sigurin hjá ÍF, ið saktans kundi verið størri, var í veruleikanum ongantíð hóttur

FÓTBÓLTUR

 

Tað er næstan sum við klæðunum hjá keisaranum, at børnini settu orð á tað, sum øll sóu. Í øllum førum er tað eingin í HB, sum vil viðganga tað, øll onnur nú síggja sólarklárt: HB hevur gummibein!

Dysturin í Fuglafirði í gjár var tann fjórði á rað, sum kundi metast við at hava bæði sett- og matsjbólt, men tá tað kom til stykkis, vóru beinini ov bleyt. Til síðst lýsti tað av HB-arunum inni á vøllinum, at teir slett ikki trúðu upp á tað, sum teir gjørdu – og tí komu teir heldur ikki úr stað.

So spyrst, um tað veruliga skal verða í komandi dystinum ímóti KÍ, at HB langt um leingi fær tað burturúr, sum øll onnur høvdu væntað, at HB langt síðani skuldi fáa burturúr. Og so spyrst, um talan verður um »hevnd« fyri 2006, at tað í staðin verður EB/Streymur, ið stingur av við øllum…

Tá alt hetta er sagt, skal so eisini leggjast aftrat, at ikki ein fingur kann setast á avrikið hjá ÍF, sum allan samlan dystin hevði fult tamarhald á tí, sum hendi. Fuglfirðingar skaptu eitt hav av kjansum, ið gjørdu 3-0 sigurin fult uppibornan, meðan HB stórt sæð ikki skapti nakað sum helst.

 

Knøpp byrjan

Dysturin fekk annars eina nokk so knappa byrjan longu í øðrum minutti, tá bólturin brádliga kom í armin á Poul Thomas Dam, sum í egnum brotsteigi var í nærdysti við Nenad Saric. Brotssparkið setti Frank Poulsen kaldliga í málið til 1-0 minuttin eftir, og so var ÍF annars komið í gongd.

Sekundvísarin var ikki komin eina ferð runt, so fekk Andrew av Fløtum sent eitt gott skot ímóti ÍF-málinum, men har var Andras Gango sum køtturin uppi og fekk beint bóltin út til horna. Hetta var í roynd og veru einasti veruligi stóri málkjansurin hjá HB í dystinum, og skal ein annar teljast við, var tað eitt gott skot frá innskifta Jóhan Ejvind Restorff Mouritsen ímóti endanum, sum Gango somuleiðis fekk beint uppum.

Meira var ikki í oddaliðnum í gjár, og tí hevði liðið so sanniliga heldur ikki uppiborið betur, enn at tapa sannførandi fyri ÍF. Gamaní, hevði HB bóltin nógv og enntá nógv meira enn ÍF, men tað var altso til onga verðsins nyttu, tí HB-ararnir dugdu ikki at brúka tað til nakað.

Serliga í fyrra hálvleiki hevði HB eitt hav av hornaspørkum, men ikki eitt tað einasta gjørdist vandamikið. Ólíka var í hinum endanum, tá ÍF fekk síni hornaspørk, tí tá spurdist næstan altíð ein ella onnur roynd á málið, og bæði Bartal Eliasen og Rógvi Jacobsen høvdu síni tilboð í teimum støðunum.

 

Tvær málperlur

Seinni hálvleikur helt fram á sama hátt, men framvegis kom púrt einki burturúr hjá HB-arunum, ið fingu bleyt bein, so skjótt teir nærkaðust brotsteiginum hjá fuglfirðingum. Hinvegin skal aftur sigast ÍF til rós, at verjan stríddist væl og fekk ferð eftir ferð tikið broddin av gestunum, áðrenn tað nakrantíð kom til vandastøður.

Og so var tað, at ÍF ímóti endanum gjørdi bart og lukkaði dystin fullkomuliga. Fyrst endaði ein av mongum túrum hjá Andy Olsen fram ígjøgnum vinstru síðu við, at hann sendi inn til Rógva Jacobsen, sum var púra fríur og hevði góðar stundir at bíða eftir nógv besta HB-aranum, Marcin Dawid, ið kom út ímóti, áðrenn hann hegnisliga lyfti bóltin upp um hann og í málið til 2-0.

Hetta gjørdi enda á øllum spenningi, men ÍF var ikki liðugt fyri tað. Enn eina ferð var tað Andy, sum gjørdi um seg, tá hann í aðru atløgu fekk sent høgt og væl innfyri, har Dánjal á Lakjuni kom høgt upp at hanga, áðrenn hann í einum bleytum boga skallaði bóltin í HB-málið við dagsins detalju til 3-0!

Tað gjørdust við øðrum orðum tvær sannar málperlur, ið rundaðu dystin í Fløtugerði av, áðrenn fuglfirðingar fóru fegnir til hús og havnarmenn heldur lotari máttu smoyggja sær avstað við sínum gjøgnumbloyttu rakettum og óopnaðu sjampanjufløskum…