Allar tær nýggju brúgvarnar eru nú komnar upp á pláss í bátahylinum beint uttan fyri Mentanarhúsið í Fuglafirði. Tað, sum nú restar í at gera, er at leggja el og vatn oman á brúgvarnar til bátarnar, sum koma at liggja har.
Tað er P/F Petur Larsen, sum hevur leverað brúgvarnar, og teir hava loyst hesa uppgávu í samstarv við kavarafelagið hjá Høgna Kjeld. Nakað av laðingararbeiði skal eisini gerast við hylin.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at ætlanin er at leggja bátarnar, sum lógu í bátahylinum, men sum seinastu tíðina hava ligið í ytra bátahyli, inn aftur til nýggju brúgvarnar, áðrenn mentanarvika verður í Fuglafirði.
- Vit arbeiða eisini við at snøgga enn meira um bátahylin, og eitt nú er ætlanin at byggja eina atløgusíðu fram við innaru síðu av bátahylinum. Vit hugsa okkum eina atløgu, har menn kunnu tveita fisk, fugl og annað í land eftir loknan dag á sjónum.
Sonni á Horni vísir á, at ætlanir eisini eru um eitt sølutorg niðan fyri Mentanarhúsið, har eitt nú fiskur, fuglur og annað kann seljast undir rímiliga skipaðum viðurskiftum.
- Býráðið hevur samtykt at biðja Teknistovuna í Gøtu um at tekna eitt heildaruppskot av økinum við bátahylin, soleiðis at hylur og økið uttan um verður ein heild - í framhaldi av torginum við Mentanarhúsið og vakra býnum omanfyri, sigur Sonni á Horni.
Nakrar av gomlu brúgvunum, sum lógu í bátahylinum, liggja nú í ytra hylinum til bátarnar har úti at brúka.