Fuglfirðingar fáa nýggjan borgarstjóra

Listin hjá núverandi borgarstjóranum endar í andstøðu.

Tað er nú greitt, hvør verður borgarstjóri í Fuglafirði hesi næstu fýra árini. Og tað verður ein nýggju maður, sum fer at sita við borðendan í býráðnum í Fuglafirði.

Tríggir listar stillaðu upp ti býráðsvalið og teir fingu tríggjar býráðslimir í part. Men nú hava listi B og listi F gjørt av at skipa samgongu og tað merkir, at listi Á, har núverandi borgarstjórin, Sonni á Horni, er valdur, verður settur í andstøðu.

Og borgarstjóri verður fyrst valdi býráðslimurin á lista F, Dávur Juul og varaborgarstjóri verður Eyðun á Lakjuni, sum er fyrst valdur býráðslimur á lista B.

Dávur Juul siglur úti, men hann kemur heim í næstum, og tá fer hann ikki avstað aftur, tí hann fer at røkja starvið sum borgarstjóri burtur av.