Trygvi Poulsen hevur spælt í meistaradeildini í flogbólti í fleiri enn 15 ár, so hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hjá honum er tað ikki nakað óvanligt at spæla avgerandi dystir, har til dømis føroyameistaraheitið stendur upp á spæl, men tað sama kann ikki sigast um nógvar av liðfeløgum hansara.
ÍF fleiri royndir frá avgerandi dystum
Trygvi Poulsen sigur, at eftir hansara tykki hevur ÍF ein fyrimun, av tí at teir hava verið við frammi í oddinum seinastu mongu árini, og tí hava leikararnir hjá fuglfirðingum nógv fleiri royndir frá avgerandi dystir, enn hvat leikararnir hjá Mjølnir hava.
Mjølnir hevur ikki verið eins nógv við frammi í oddinum í seinastuni, sum teir onkuntíð áður hava verið, og tí hava teirra leikarar ikki tær nógvu royndir frá slíkum dystum, sigur Trygvi Poulsen.
Í Klaksvík eru allir mans hjá Mjølnir tøkir til dystin leygardagin, og Trygvi sigur, at allir eru øgiliga spentir til dystin, og at menn gleða seg til at spæla móti fuglfirðingum. Hann sigur tað altíð verða serliga stuttligt við slíkum dystum, og tað krevur eisini nógv at verða við í oddinum í føroyskum flogbólti í dag, tí støðið er hækkað munandi síðstu árini, sigur Trygvi Poulsen. Hann heldur tað serliga verða teir mongu útlendingarnir, ið hava gjørt føroysku kappingina sterkari, og hann vónar ikki, at tað verður settur fótur fyri, at feløgini í framtíðini eisini kunnu hava útlendskar leikarar.
Um dystin leygardagin sigur Trygvi Poulsen, at eftir hansara tykki verður tað vinnandi liðið tað lið, ið rakar dagsformin leygardagin. ÍF og Mjølnir eru tvey ógvuliga jøvn lið, men gongur tað gott hjá okkum, eru vit ikki lættir at taka, sigur Trygvi Poulsen, men leggur tó afturat, at ÍF kanska er eitt meira stabilt lið enn Mjølnir, og tað kann eisini verða ein fyrimunur hjá teimum.
Veteranurin í Mjølnir væntar nógv fólk úr Klaksvík á Kambsdali leygardagin, og Mjølnir fer at skipa fyri bussferð til gulldystirnar. Fólk í Klaksvík koma vanliga manssterk til slíkar dystir, sigur Trygvi Poulsen, og leygardagin verður neyvan nakað undantak.