Fuglfirðingar aftur við Løkin

So løgið tað ljóðar, so virkaði 6-1 tapið í Runavík fyri trimum vikum síðani sum startskotið til lítla upptúrin, sum ÍF hevur havt seinastu umførini. Hóast stóra tapið, so var innsatsurin hjá spælarunum tá heilt góður, og tað gav bæði venjara og spælarum nakað at arbeiða við.
Tað er tó einki at ivast í, at fuglfirðingarnir hesa ferð ætla sær eitt betri úrslit. Manningin verður tann sama, sum seinastu tvey umførini hevur vunnið seks stig. Eisini á málverja plássinum, har ungverski Andras Dango annars skuldi koma til landið í dag.
Hjá heimaliðnum verður sagt, at allir mans eru tøkir. So er spurningurin, hvørt teir megna at reisa seg, eftir at teir í gjár mistu rættin til víðari luttøku í kappingini um Løgmanssteypið.