Nýggja rækjuskipið hjá JFK Prawns skal eftir ætlan til fiskiskap fyrst í komandi ári.
Hetta veit Norðlýsið at siga í seinastu útgávuni.
Blaðið sigur, at skipið skiftir navn frá Polar Nanoq til Fuglberg og fær frámerki KG 135.
Í løtuni er rækjuskipið til umbyggingar og yvirhálingar á skipasmiðju í Fredericia. Roknað verður við, at skipið kemur til Klaksvíkar til jóla.